-Hatta var ótrúliga hart. Róðurin í dag var uttan iva harðasti róðurin hjá okkum í ár. Tá tú bara rørt 1000 metrar virkar alt sum ein langur spurtur, og tú ert noyddur at rógva nógv títtari enn vanligt, sigur nýkosni føroyameistarin, Magnus Norðberg.
Hetta er annað árið, at havnarmaðurin Magnus Norðberg rør við klaksvíksbátinum, Nevinum Reyða. Leygardagin vann hann sítt fyrsta føroyameistaraheitið, og Magnus var, sum verða mann, ovurfegin um meistaraheitið.
Spurdur hvør fremsta orsøkin er til, at Nevi Reyða hevur verið so sannførandi í ár, svarar Magnus Norðberg:
-Vit hava verið hepnir við at hava bæði roynt og gott fólk umborð. Tað hevur eisini havt stóran týdning, at vit hava sett ein venjara burturav, sum er komin við nógvum góðum hugskotum víðvíkjandi taktikki, kosti og hugsunarhátti.
Umframt at rógva við Nevinum Reyða er Magnus Norðberg eisini formaður í Klaksvíkar Róðrarfelag.
Hvønn týdning hevur meistaraheitið hjá Nevinum Reyða fyri Klaksvíkar Róðrarfelag?
-Meistaraheitið hevur sjálvsagt nógv at siga. Fólk hava havt trúnna upp á hetta meistaraheitið síðan bygdastevnuna á Strondum. Fólk har norðuri og aðrastaðni úr landinum er blivin meir og meir áhugað í kappróðri gjøgnum kappingarárið. Hetta síggja vit vi_ vaksandi uppmøtingini eftir stevnurnar, og tær mongu gávurnar, ið vera latnar okkum. Hetta eru vit sera takksom fyri, og vónandi fer hetta at økja um talið av rógvarum komandi árini