Uttanríkisráðharrarnir í ES-londunum hava á fundi fyrrapartin samtykt at herða tiltøkini ímóti stýrinum í Sýrialandi. Hesaferð er talan um tiltøk ímóti fleiri einstaklingum og fyritøkum, og tiltøkini hava millum annað við sær, at ES leggur hald á øll virði, sum hesi hava í ES-londunum.
Danski uttanríkisráðharrin, Villy Søvndal, sigur seg vóna, at tiltøkini hjá ES og virksemið hjá ST-eygleiðarunum fara at fáa teir sýrisku myndugleikarnar at loyva friðarligum mótmælistiltøkum, og at útlendsk tíðindafólk sleppa at arbeiða í landinum.
-Endamálið er at forða fyri, at støðan skal gerast uppaftur verri, og at alt endar í einum veruligum borgarakríggi, sigur danski uttanríkisráðharrin.










