Fyrningarfreistin í revsilógini gevur ikki børnum, sum hava verið fyri ágangi, bestu verjuna. Hetta skal broytast, heldur Katrin Dahl Jacobsen, sum hevur skotið upp at broyta revsilógina.
Lógin skal broytast, so fyrningarfreistin verður longri enn hon er í galdandi lóg. Í dag er fyrningarfreistin í málum um siðamisbrot og ágang móti børnum 10 ár frá tí degi, seinasta brotsverkið varð framt. Men av tí, at tað ofta gongur long tíð, áðrenn eitt barn skilir og viðurkennir ágangin, kann tað í nøkrum førum vera ov seint at melda tann, sum framdi ágangin.
Katrin Dahl Jacobsen skjýtur upp, at fyrningarfreistin framvegis verður 10 ár, men tað skal vera frá tí degi, at barnið fyllir 18 ár. Á henda hátt kann tann órættaði melda ágangin inntil viðkomandi er 28 ár, og tá er tað líkamikið, um tað eru meira enn 10 ár síðani, at ágangurin varð framdur.
Fólkatingið broytti revsilógina í mai í ár, og løgtingskvinnan vil hava hesar broytingarnar settar í gildi fyri Føroyar eisini.
Verður broytingarnar í lógini samtyktar, so verður tað eisini strangari at hava ónærisligt tilfar við børnum í varðveitslu, og tað verður eisini revsivert at framleiða ónærisligt tilfar, har børnini eru undir 18 ár. Í dag er hetta markið 15 ár.
Við broytingunum verður tað eisini strangari at keypa ella lata øðrum ónærisligt tilfar av børnum eitt nú gjøgnum internetið. Í dag er revsingin í strangasta føri fongsul í seks mánaðir, men við broytingunum kann revsingin verða fongsul í upp til tvey ár.
Katrin Dahl Jacobsen sigur í viðmerkingunum til uppskotið, at kynsligur ágangum mótvegis børnum og ungum er millum tey grovasstu brotsverkini yvirhøvur, og at tað áliggur okkum øllum, og harvið samfelagnum, at gera okkara til at fyribyrgja, at slík brotsverk verða fram.
- Av hesi grund er tørvur á, at stig alt fyri eitt verða tikin til at seta ríkislógir í gildi fyri Føroyar, sum betra um møguleikarnar fyri at verja børn móti slíkum brotsverkum, sigur løgtingskvinnan í viðmerkingunum.