Danski Javnaðarflokkurin seta hart ímóti hørðum fyri at stegða, at pengar verða goymdir í skattaskjóli.
Tað skrivar danska blaðið Politiken.
Eftir alt rokið um lekan við loyniligum skjølum í Panama, tey sonevndu Panama-skjølini, vil danski Javnaðarflokkurin nú stremma reglarnar. Tað skrivar Politiken.
Sambært blaðnum hevur flokkurin gjørt ein pakka við uppskotum, sum skulu gera tað lættari at avdúka milliardirnar, sum eru goymdar uttanlands, eins og at herða revsingina fyri at royna at luska seg undan skatti.
– Eg haldi, at tað er ein stórur samfelagstrupulleiki, sigur Mette Frederiksen við Politikkin. Og hon heldur fram:
– Um summi sleppa at gera tað (at sleppa sær undan skatti red.), so er vandin, at hini hugsa: Hví skal eg gjalda mín skatt, um tey ikki gera tað. Tí er tað týdningarmikið, at myndugleikarnar skulu reagera.
Í pakkanum eru 17 uppskot á fimm ymsum økjum.
Javnaðarflokkurin vil millum annað hava harðari revsingar, pliktir hjá bankum at boða frá transaktiónum til lond, sum eru kend sum skattaskjól og at víðka reglarnar fyri grannskoðarar og bankaráðgevarar, so teir kunnu revsast fyri at hjálpa fólki at sleppa undan at gjalda skatt.
Karsten Lauritzen, skattamálaráðharri úr Vinstra, er klárur.
– Í høvuðsheitinum vil eg fegin hyggja upp á hetta við konstruktivum eygum – upp á øll uppskot, sum hava ein veruligan virkna. Um tað er nakar, sum hevur eitt gott hugskot, so stjali eg tað fegin, sigur hann við Politiken.
Panama-skjølini eru yvir 11 milliónir skjøl frá einum advokatfelag í Panama, sum avdúkar nøvnini á persónum og feløgum í Panama. Skjølini hava vakt stóran ótta, tá tey hava víst á stórar upphæddir, sum eru goymdar fyri skattamyndugleikunum.
Fleiri danir og feløg í Danmark eru at finna í skjølunum, og tað kom samstundis fram, at danski Nordea bankin hevur verið serliga aktivur í mun til at stovna feløg í Panama til sínar kundar.
Mett verður, at tað á heimsplani eru goymdar umleið 39 billiónir krónur í skattskjóli.