Eftir aðalfundin í Føroya Arbeiðarafelag er greitt, at harðar sáttmálasamráðingar standa fyri framman. Góðu tíðirnar fáa fólk at tosa lønarhækking upp á 20%. Men eisini tann sannroynd, at seinasta lønarhækkingin er vorðin uppetin av hækkandi prísum, fer at hava við sær stór krøv. Tá hugsað verður um, hvussu myndugleikarnir tilrættaleggja framtíðina við at dúva uppá yvirskotið á landsroknskapinum og vísa til, hvussu væl gongst í samfelagnum, vil hetta tí eisini hava ta heilt náttúrligu avleiðing, at fakfeløgini fara at krevja sín part av góða samfelagsúrslitinum. Men neyvan hevur landsstýrið kalkulerað við, at yvirskotið skal fara til lønarhækkingar og at tryggja alment settum síni størv. Hetta yvirskot skal jú brúkast til at avloysa blokkin og til komandi yvirtøkur. Tað er tí lætt at ímynda sær, at tað fer at verða lagt upp til rok á arbeiðsmarknaðinum um stutta tíð.
Og arbeiðsmarknaðurin er eisini annað enn FA. Hann fevnir eisini um eitt so stórt fakfelag sum Starvsmannafelagið, skansin hjá teimum alment settu. Kanska er tað í hesum fakfelagsumhvørvinum, at vit fara at síggja størsta spenningin. Enn hevur eingin í samgongu ítøkiliga viljað sett tøl á, hvussu man ætlar at minka um almennu útreiðslurnar, men tað kann bert gerast á ein hátt skal tað muna, tvs. uppsangir og skerjingar hjá tí almenna. Tað ljóðar gott í fólkafloksoyrum, tó at tey einki tora tá avtornar. Verri verður hjá Tjóðveldisflokkinum, sum jú eigur nógvar veljarar hjá tí almenna. Tjóðveldisfólk eru fullgreið yvir, at skal núverandi fullveldisleisturin setast í verk, skulu skerjingar til og tað so dyggiliga í tí almenna sektorinum. Men hvat torir hann tá avtornar! Tað snýr seg tí í stóran mun um, hvussu Tjóðveldisflokkurin fer at handfara sáttmálasamráðingar. Skal hann taka fylgjurnar av sínum egna hazardpolitikki, má hann siga Føroya fólki, at tað komandi árini verða stórar skerjingar í almenna sektorinum, at tað verður ikki ráð til lønarhækkingar, nógvar íløgur mugu sleppast osfr. Hetta vita fólkafloksstrategarnir, ið nú bara sita og bíða og hyggja at, hvussu Tjóðveldisflokkurin ætlar at seta tann politikk í verk á arbeiðsmarknaðinum, sum vil vera ein náttúrlig fylgja av hansara egna politikki.
NÚ tað so snildisliga eydnaðist Tjóðveldisflokkinum at sleppa undan at spyrja fólkið um alla gongdina til fullveldið, áliggur tað honum at vísa í verki, at hann torir at taka avleiðingarnar, tvs. m.a. at nokta fyri lønarhækkingum og at fremja hópuppsagnir hjá tí almenna.