Óhappini skola yvir Henrik

Við fýra málverjum á skaðalistanum er einki forgjørt í, at Henrik Larsen ivast í, um eitt forbannilsi hvílir yvir kreppurakta felagnum

Tað hevur leingi staðið illa til hjá Køge. Fyrsta hálva árið hjá Henrik Larsen gekk annars sum eftir ánni, og fyri góðum ári síðani var Køge á uppflytarakós, tá farið varð í vetrarsteðg.

Her stóð tó greitt, at góða gongdin ikki kundi halda fram. Felagið megnaði ikki at røkja fíggjarligu skyldur sínar, og hetta kostaði. Bæði á stigatalvuni, har liðið varð dømt at missa stig, og eisini á vøllinum, tá fleiri av profilunum á liðnum valdu at skifta felag.

Fíggjarviðurskiftini eru enn ikki komin í rættlag, og hóast Køge enn ikki er sent í skiftirættin, so hevur felagið ikki loyvi at skriva nýggjar yrkissáttmálar við spælarar.


Fýra skaddir málverjar

Tað ger sjálvandi, at Henrik Larsen ikki hevur bestu umstøður at fyrireika seg, nú seinna hálva av donsku 1. deild fer ígongd. Men støðan á málverjaplássinum er mest sum katastrofal.

Hósdagin gjørdist Vahid Ghiasvand fjórði málverjin á skaðalistanum hjá fyrrverandi føroyska landsliðsvenjaranum. Hann kundi tó troysta seg við, at royndi Simon Miotto var komin seg yvir sín skaða, og tí stóð hann í málinum, tá Køge spældi venjingardyst móti AB.

Men har gekk aftur galið. Bert lítil løta var farin av dystinum, tá Miotto rendi saman við Patrik Wozniacki hjá AB, og málverjin noyddist á sjúkrahúsið við einum broti í fótinum.

- Eg veit ikki, hvat eg skal siga. Hetta er jú púrasta sjúkligt, og eg havi ongan tíð upplivað nakað líknandi. Tú skuldi pínadoy trúð, at vit bukaðu málverjarnar við gassum ella onkrum líknandi, men tað gera vit altso ikki, sigur Henrik Larsen við heimasíðuni, bold.dk.

- Teir rendu saman og komu at sparka hvønnannan, so eg rokni við, at fóturin aftur er brotin. Í øllum førum søgdu teir seg hoyra eitt knekk, og á sjúkrahúsinum sóu læknarnir, at ein riva var í fótinum, sigur Henrik Larsen.

Køge vann annars dystin móti AB 2-1.