Happing til umrøðu mánadagin

Mánadagurin komandi er Alheims Sálarheilsudagur. Í tí sambandi fer Sinnibati at seta fokus á happing við stórum tiltaki

Sálarheilsudagur
Jan Müller
jan@sosialurin.fo

Tiltakið verður hildið í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Frá klokkan 17 til 19 er opið hús, har fólk kunnu støkka inn á gólvið og fáa eitt prát við eitt nú umboð fyri Sinnisbata og ein kaffimunn afturvið. Almenna upplýsingar- og tjaktiltakið byrjar klokkan 19. Soffi Egholm, forkvinna í Sinnisbata bjóðar vælkomin og umrøður sálarheilsudagin. Síðani fer Andreas Petersen, løgtingsmaður og formaður í løgtingsins Trivnaðarnevnd at seta dagin. Eftir tað verða nøkur innlegg. Rigmor Dam, lærari fer greiða frá, hvat happing er. Anna Dalsgaard, lærari fer at tosa um happing í føroysku skúlunum í dag og Rógvi Thomsen, cand. Ped fer at tosa um avleiðingar av happing undir heitinum "Nei til happing - ja til lívið". Eftir tað verður orðaskifti. Høvi verður eisini at seta spurningar. Orðstýrari er Annlis Bjarkhamar.