Happing á Sandi og í Havn

Í næstum skipa Náttarravnarnir fyri temadøgum um happing í Meginskúlanum á Sandi og í Havn. Tað verður danski happingarserfrøðingurin Stig I. Sørensen, sum fer at greiða frá

Rúsevni og happing hanga ofta saman, og verða eisini sett í samband við lágt sjálvsvirði og vánaligan trivna sum heild.

Við jøvnum millumbilum skipa Náttarravnarnir fyri tiltøkum, sum skulu varpa ljós á livikorini hjá børnum og ungum í Føroyum. Hetta er eisini orsøkin til, at felagsskapurin enn einaferð hevur boðið danska happingarserfrøðinginum Stig I. Sørensen til Føroya. Her skipar viðurkendi ráðgevin, sum er knýttur at felagsskapinum Mobbeland, fyri einum temedegi fyri næmingum, foreldrum og lærarum í Meginskúlanum á Sandi. Eisini verður hann at hoyra á einum tiltaki á Hotel Tórshavn fyri Náttarravnum og øðrum áhugaðum.


Rúsevni og happing

Daisy Sloan í Havn er nýggj forkvinna í Náttarravnum. Hon sigur, at umframt at ganga úti millum ungdómarnar um náttina, er tað eisini uppgávan hjá Náttarravnum at skipa fyribyrgjandi tiltøk til frama fyri trivnaðin hjá børnum og ungum sum heild.

- Vit hava valt at seta fokus á happing, tí har er ein greiður samanhangur millum happing og tað at enda í “ringum selskapi”, sigur hon. Fyribyrgjandi arbeiði er tí eisini ein roynd at minka um ófriðin í býnum.

- Rúsevni og happing hanga eisini saman. Happing verður sett í samband við lágt sjálvsvirði og vánaligan trivna sum heild. Tað er lættari hjá teimum, sum hava lágt sjálvsvirði at doyva seg við rúsdrekka ella at finna linna í rúsevnum, sigur Daisy Sloan. Harumframt eru børn sum happa í fýra ferðir so stórum vanda fyri at enda í kriminaliteti, sum onnur børn.


Heildagstilboð fyri øll

Hetta er eisini orsøkin til, at tað hevur so stóran týdning fyri Náttarravnarnar at fáa foreldur og lærarar í talu.

- Vit vaksnu kunnu stuðla upp undir at forða happing. Tí fer Stig I. Sørensen at greiða frá um happing sum heild, og hvussu til ber at handfara og fyribyrgja tað, sigur Daisy Sloan, sum leggur dent á, at tíð eisini verður at spyrja og práta við Stig.

Tiltakið í Meginskúlanum á Sandi verður eitt heildagstilboð fríggjadagin 7. september fyri næmingar, lærarar og foreldur í oynni. Elna Skylv Hansen, skúlastjóri í Meginskúlanum, leggur sjálvan dagin til rættis, og verður nærri at frætta um sjálva skránna seinni. Tað eru Skálavíkar og Skopunar kommunur, sum hava stuðlað tiltakinum fíggjarliga.


Tekin um misnýtslu

Tiltakið á Hotel Tórshavn verður leygardagin 8. september. Har verða pláss fyri 40 luttakarum, og er tiltakið ætlað Náttarravnum, foreldrum, lærarum, pedagogum og øðrum áhugaðum. Umframt Stig I. Sørensen, fer Hildur Eyðunsdóttir, forkvinna í mentanarnevndini hjá Tórshavnar Kommunu, at greiða frá um ungdómspolitikkin í kommununi. Harumframt kemur Jens Jensen, politistur í Havn, sum arbeiðir nógv við kriminaliteti og narko millum ung at greiða frá um sítt arbeiði. Eitt nú fer hann at vísa á ymisk tekin og amboð, sum foreldur kunnu vera varug við, um tey hava illgruna um, at børn teirra eru um at koma sær í óføri.


Misnýtari til Vestmanna

Náttarravnarnir hava fyrr skipað fyri ymsum tiltøkum kring landi. Eitt nú hevur Stig L. Sørensen vitjað í Fuglafirði, og ein annar av ráðgevunum hjá Mobbeland, Lene Risberg hevur greitt frá heruppi. Hon er fyrrverandi misnýtari av rúsevninum ecstasy, og er vorðin óarbeiðsfør av misnýtsluni. Hon kemur aftur til Føroyar seinni í ár, og fer hon hesaferð at greiða frá um lív sítt sum misnýtari í Vestmann.


--


Framheva:

Náttarravnar hava altíð brúk fyri fleiri foreldrum. Sí meira á www.nattarravnarnir.fo