Happing mundi kostað Halldóri lívið

Tveir føroyingar bjargaðu lívinum hjá ungum íslendingi, sum var farin til skips

Íslendingurin Halldór Hjálmarsson hevur júst vitjað í Føroyum. Endamálið við ferðini var at takka tveimum nólsoyingum fyri, at teir høvdu givið honum eina hjálpandi hond, tá ið hann sum unglingi var í dýrastu neyð umborð á skipi.

Halldór var so ringur í sjóverki og so illa happaður umborð á skipi, at hann kendi seg verða í lívsvanda, og tað var ikki fyrr enn tveir føroyingar traðkaðu til umborð, at hann kom burtur úr knípuni.

Íslendingurin hevur ongantíð gloymt føroyingarnar, sum hjálptu honum, og hann hevur fleiri ferðir leitað eftir teimum. Nú hevur hann umsíðir funnið fram til, hvørjir teir vóru og hevur verið í Føroyum og vitjað á ólavsøku.

Annar av nólsoyingunum er deyður, men Halldór var á grøvini og legði blómur og hitti einkjuna.

Tú kanst lesa rørandi søguna í Sosialinum um vikuskiftið.