Heim og Skúli er ein felagsskapur fyri foreldraumboð í skúlaráðum í Føroyum.
– Vit arbeiða fyri at ráðgeva foreldraumboðum í skúlastýrum í ymiskum spurningum og støðum, sum kunna koma fyri. Vit ráðgeva eisini um, hvussu vit sum foreldur kunna vera stuðlandi í arbeiðinum sum umboð í skúlastýrinum, sigur Jóngerð Martinsdóttir Nielsen, forkvinna í Foreldrafelagnum Heim og Skúli.
– Vit ráðgeva skúlum og foreldrum. Typiskir spurningar eru um reglugerðir og líknandi. Eisini hava vit fundir javnan, har vit práta um tað, sum er umráðandi fyri menningina av børnunum og halda fyrilestrar soleiðis, at vit kunna gera tað, sum er best fyri børnini, greiðir Jóngerð Martinsdóttir Nielsen frá.
– Nevndin í Heim og Skúli hittist 4-6 ferðir um árið, og tá planleggja vit framyvir, eisini hvat vit gera til næsta fundin osv.
Heim og Skúli viðgerð eisini evnir um happing, hvussu vit kunnu fyribyrgja happing ella hvat vit kunnu gera við hendan trupulleikan. Vit royna eisini at læra frá øðrum trivnaðarætlanum í skúlum, bæði í Føroyum og Danmark, hvussu tey gera, og hvat virkar fyri tey, sigur Jóngerð Martinsdóttir Nielsen.
Mentamálaráðið hevur skipað fyri fylgisbólki, sum skal hjálpa við kanning um happing í fólkaskúlanum. Tað er Fróðskaparsetrið, sum skipar fyri kanningini.
Heim og Skúli er við í hesum fylgisbólki sum ráðgevi viðvíkjandi skriving av frágreiðing og spurningum til spurnarblað. Tað eru fleiri feløg sum hava við skúlar og børn at gera, sum eru við í fylgisbólkinum. Hetta fyri at fáa fleiri sjónarhorn inn í kanningina.
Tá talan er um happing, er umráðandi at hava í huga, at vit eru øll so ymisk. Tað ræður um at basa happing, vit kunnu ikki steðga tí, av tí at vit eru so ymisk. Okkara kenslur eru so ymiskar. Tað er so umráðandi, at vit taka stig til at steðga happingini, áðrenn tað verður ov ógvusligt.
– Í dag er tað er nógv happing, sum gongur fyri seg á sosialu miðlunum samanborið við fyrr, tá happingin gekk fyri seg í skúlagarðinum. Av tí sama gerst tað truplari at hava eyguni eftir happing, serliga hjá læraranum í skúlanum. Tað er meira dult nú, sigur Jóngerð Martinsdóttir Nielsen.
– Tað eru eisini vaksin sum uppliva happing og sum happa, men tað verður ofta gloymt, tí tá tú ert vaksin eigur tú at kunna siga frá, men fólk taka tað ofta sum tvætl ella at man bara er sartur, tá tað ræður um vaksið fólk.
– Tað er umráðandi, at vit læra at seta orð á, at vit duga og tora at tosa um okkara upplivingar, og at vit tora at leita okkum hjálp, sigur Jóngerð Martinsdóttir Nielsen.
– Tað eru nógv sum kunna siga, at tey hava upplivað happing einaferð í lívinum, so er tað sjálvandi tey, sum misskilja happing, arging og ótta og halda tað verða meira tvætl enn álvara.