Fyrsta kanningin av happing í føroysku fólkaskúlunum síðani 2007 var handað Mentamálaráðharranum fríggjadagin.
Tey, sum ganga í 5. flokki, eru mest útsett fyri at verða happað, men hyggja vit at tølunum, sum vísa, hvør happar, síggja vit, at tað eru 9. flokkarnir, sum happa mest.
Kanningin, sum varð løgd fram, er ein kanning av áleið 2.200 føroyskum næmingum í fimta, sjeynda og níggjunda flokki.
Í mun til kanningina í 2007 er happingin minkað, og tað kann Herálvur Jacobsen, formaður í lærarafelaganum fegnast um. Hann var gestur í tíðindunum á Rás 2 á miðdegi.
Sambært kanningini, eru tað eru dreingirnir, ið oftast verða fyri happing, umframt at standa fyri mestu happingini. 15 prosent av dreingjunum verða happaðir viðhvørt ella ofta meðan talið er 11 prosent fyri gentur.
Tey, sum hava gjørt kanningina fyri Mentamálaráðið eru: Olga Biskopstø og Martha Mýri úr Granskingardeplinum umframt Katrin av Kák, av Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Herálv Jacobsen.