Harriet P. Vágadal, lærari á Kommunuskúlanum í Havn, er ein av teimum, sum hevur tikið stig til at gera nakað ítøkiligt, tá happing tekur seg upp í flokkinum. Hon hevur millum annað verið við til at gera ein faldara, sum vendir sær til foreldur og næmingar, har greitt verður frá, hvat happing er fyri nakað, og hvørjar avleiðingar tað hevur. Eisini varðar Harriet av eini telefonlinju, har næmingar, sum verða happaði ella vita um happing í flokkinum, kunnu venda sær. Telefonlinjan hevur virkað í út við eitt ár, og higartil hava ikki so fáir næmingar nýtt hendan møguleika.
Happararnir
Harriet greiðir frá, at fyri tey allarflestu er tað sera flovisligt og mannminkandi at verða happað. Tí gera happingaroffur ofta nógv fyri at fjala út yvir trupulleikan, og tað skal ofta nógv til, áðrenn tey sjálvi venda sær til onkran vaksnan at biðja um hjálp.
- Tí er tað eisini so umráðandi at bæði foreldur og lærarar eru tilvitaði um tekinini um happing og ikki minst ta fjaldu happingina, sum ofta er verri enn tann sjónliga. Eru vit tað, eri eg sannførd um at tað bæði ber til at forða og steðga happing, sigur Harriet.
Sum tekin um happing nevnir Harriet strongd, at næmingurin roynir at flýggja og heldur seg fyri seg sjálvan í skúlanum ella skulkar illa fyri at sleppa undan happingini.
- Teir fjaldu happarnir eru ofta ringir at fáa eyga á, tí teir ofta duga serliga væl at vera fittir og vinarligar móti læraraum og stjóranum. Hetta eru næmingar, sum duga væl at samla onnur rundan um seg, og fáa tey at gera tað skitnað arbeiðið, tá onkur skal happast. Samanumtikið kann sigast um happarar, at teir eru serliga øvundsjúklir og tola illa at fáa kapping.
Mekling ikki altíð ein loysn
Sjálv meinar Harriet, at vit fyrst eiga at seta fokus á happaran, tá happing tekur seg upp í flokkinum. Hann eigur at konfronterast við avleiðingarnar av happingini. Eydnast tað ikki at fáa hann at broyta atburð, eigur hann kanska at verða fluttur úr flokkinum. Ì øllum førum er tað ikki nøkur loysn at flyta tann happaða úr flokkinum, tí happarin finnur sær skjótt eitt nýtt offur.
- Harriet heldur hugskotið við skúlamekling verða eina møguliga loysn, um happingini bert hevur staðið uppá í stutta tíð. Hevur ein næmingur hinvegin verðið happaður í áravís, heldur Harriet tað ikki vera ráðiligt, at konfrontera hann við happaran.
- Ein næmingur, sum hevur verðið happaður áhaldandi í fleiri ár, er ofta so niðurbrotin og illa fyri sálarliga, at hann ikki torir ella megnar ar standa andlit til andlit við happaran, sum kanska situr har við einum skeivum smíli og lúnskum eygnabrá. Tá kann talan ikki blíva um samskifti á sama støði, og tí gevur tað ikki so nógva meining við einum meklara, heldur Harriet, sum sjálv hevur roynt hendan háttin at steðga happing.
Í teimum førum, har happing hevur verið ein trupulleiki í einum flokki hjá Harriet, hevur hon heldur tosað fyrst við allan flokkin um, hvat happing í grundini er fyri nakað, og hvussu stóran skaða tað kann gera.
- Hetta snýr seg grundleggjandi um, at næmingar læra at síggja, at soleiðis hevur ongin rætt til at uppføra seg. At teir læra at seta seg inn í støðuna hjá einum, sum verður happaður og í heila tikið broyta hugburð til, hvussu vit eiga at vera ímóti øðrum menniskjum, sigur Harriet.








