Óhapp umborð á West Navion

Herfyri hendi eitt óhapp umborð á boriskipinum West Navion, tá tað boraði fyri BP í Assyntbrunninum beint hinumegin markið. Ein tyrla kom so mikið skeivt fyri á tyrludekkinum umborð, at ein maður breyt beinið.

 


Oljuleiting og trygd




Óhappið var annars so álvarsligt, at West Navion mátti hála borin upp og fara til Noregs við skaddu tyrluni. Hetta hevur gjørt, at tað hevur ikki verið borað í fleiri dagar. Sosialurin skilur, at boringin verður uppafturtikin og at hon líðir væl. Føroyska frálandaskipið Faroe Connector liggur hjá boriskipinum, tá tað borar. Einki er komið fram um boringina annars. Onkur fuglur hevur sungið um enn eitt turt hol á Atlantsmótinum. BP hevur ongar viðmerkingar.