Tíðindi
Eitt ferðsluóhapp á landsvegnum millum Kollafjarðatunnilin og rundkoyringina tarnar ferðsluni nógv.
Ein vørubilur liggur mitt á vegnum og tarnar ferðsluni sera nógv.
Løgreglan er á staðnum og leiður ferðsluna.
Sjúkrabilur er á staðnum, men í løtuni veit løgreglan onki um fólkaskaða.
Heitt verður á bilførarar um at vísa varsemi.