Óhapp í Leirvíkartunlinum kundi endað við stórskaða

Eitt ferðsluóhapp í Leirvíkartunlinum leygarmorgunin kundi havt álvarsligar fylgir við sær, um verri vildi til

Ferðsla

Óhappið hendi, tá ið ein ung kvinna, sum hevði verið í Gøtu og keypt morgunbreyð, var á veg heimaftur gjøgnum tunnilin til Leirvíkar.
Tá ið hon nærkaðist endanum av tunlinum leirvíkarmegin, møtti kvinnan einum mótkoyrandi bili, sum hon helt koyrdi í skeivari síðu  og ímóti henni.
Í eini roynd at umgangast samanstoyt, snaraði hon til vinstru. Í ferðini misti kvinnan tamarhaldið á bilinum og rendi inn í tunnilsveggin í vinstru síðu og slongdist síðan omanaftur í tunnilsveggin í høgru síðu.

Slapp væl
Sosialurin var av tilvild á staðnum stutt eftir, at óhappið var hent.
Unga kvinnan hevði fingið ilt í høvdið og kom undir læknahond. Annars hevði hon eingi sjónlig av hendingini.
Bilførarin í bilinum, sum koyrdi ímóti kvinnuni, steðgaði ikki, og tí veit eingin  uttan bilførarin sjálvur, um  og hví - hann fór skeivur á breytini og koyrdi í øvutari síðu.
Hendingin kundi fingið álvarsligar fylgir, um verri vildi til.

Sat í seðlum
Løgreglan í Runavík sigur, at unga kvinnan sat í seðlum, og at hetta avgjørt var ein orsøk til, at hon slapp so væl burtur úr hendingini.
- Vit vita ikki rættiliga, hvussu hendingin er farin fram, og vit hava ongan tikið í hesum sambandi. Vit hava tískil bara frágreiðingina hjá kvinnuni at halda okkum til, sigur løgreglan í Runavík.