Óhapp koma altíð fyri

Hóast landsliðið hevur havt trupulleikar við fyrireikingunum, so heldur Allan Simonsen ikki, at hetta er gjørt fyri at órógva føryska liðið

 

Landsdystur

Álvur Haraldsen/Jákup Mørk úr Luksemburg

Tað er ikki sørt, at føroyska landsliðið hevur havt trupulleikar í fyrireikingunum til landsdystin móti Luksemburg.

Sum kunnugt hevur sjúka í ólukkumát gjørt um seg, og harumframt hava eisini verið trupulleikar við venjingini.. Sostatt varð venjingin hóskvøldið flutt tvær ferðir, bóltar vóru ikki tøkir og so framvegis.

Tað er næstan soleiðis, at tú fært varhugan av, tað er tilvitað, at venjingarumstøðurnar ikki eru av teimum bestu. Eins og vertirnir við vilja royna at órógva fyrireikingarnar hjá okkara monnum.

Allan Simonsen er tó ein royndur harri. Gjøgnum tíð sína í europeiskum stórfeløgum, hevur hann verið við til eitt sindur av hvørjum. Hann letst heldur ikki á nakran hátt at vera ávirkaður av væntandi fyrireikingunum, og sjálvur sigur hann eisini, at talan helst bara hevur verið um nøkur óhapp hjá vertunum.

- Eg rokni ikki við, at tað á nakran hátt er soleiðis, at teir við vilja royna at órógva okkum. Í dag máttu vit flyta venjingina, tí vøllurin, sum vit ætlandi skuldu nýta, var undir í vatni.

- Eg dugi ikki á nakran hátt at síggja, at teir við vilja ætla at órógva okkum. Tað dugi eg sum so heldur ikki at síggja nakra orsøk til, og eg ivist ikki í, at tað frá teirra síðu er talan um fair-play. Eg trúgvi ikki uppá, at nakað annað ger seg galdandi, sigur landsliðsvenjarin.

Komandi uppgávan telur mest

Tað er annars einki at ivast í, at tey í Luksemburg leggja alla orku í at vinna dystin móti Føroyum. Her hava teir ein møguleika at spæla móti eini tjóð, sum á pappírinum er veikari, og ivaleyst vilja hvørki áskoðarar, spælarar ella venjarar hava eitt tap sitandi á sær, tá dysturin er liðugur.

Støðan hjá okkara monnum er tó ík mangar mátar lík teirra. Fleiri rokna dystin leygardagin fyri at vera tann týdningarmesta á árinum, men heldur ikki hetta tykist á nakran hátt at órógva Allan Simonsen.

- Næsti dysturin er altíð tann týdningarmesti. Tað er so sera einfalt við tí.

- Annars er Luksemburg jú eitt land, sum vit hava hug at sammeta okkum við, tá talan er um fótbólt. Gaman í búgva her tíggjur ferðir so nógv fólk, sum í Føroyum, men vit hava jú áður megnað at fingið góð úrslit móti størri londum,

- Tað er allar helst soleiðis, at tað verður tað liðið, sum hevur rætta dagin, sum vinnur. Tíverri eru vit har raktir av sjúku í løuni, men tað er so nakað, sum vit bara mugu taka við. Tað er bara at vóna, at tað ikki verða fleiri leikarar, sum verða raktir av sjúkuni, tí støðan nú er ring. Eisini hava vit tveir smærri skaðar at dragast við, men tað verður helst í lagi, sigur venjarin, og sipar við hesum til Toda Jónsson og Óla Johannesen. Todi hevur bruna í einari tá, meðan ÓIi hevur eina eyma hælsinu.

Tá tygara útsendi at enda sigur við venjaran, at gaggur eru við í viðførinum, sigur hann flennandi, at tað eru fleiri, sum hava boðið seg til.

- Tað verður so helst ikki nakar trupulleiki at fáa ellivu mans til dystin, men vit mugu bara vóna, at alt fer at laga seg. Eisini hóast sjúka og annað ger um seg.