Hanus: Vit tóku okkum saman í seinna hálvleiki

(Frá Rás2) Hoyr Hanus Jacobsen hjá Víkingi seta orð á 5-3 sigurin ímóti B36 á ovara vølli í Gundadali í dag

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi beinleiðis á Rás2 við Hanus Jacobsen hjá Víkingi aftaná minniliga 5-3 sigurin hjá Víkingi á B36 á ovara vølli í Gundadali í dag. 

 

Hanus Jacobsen staðfestir, at tað gekk aftur og fram, har Víkingur var á odda bæði 2-0 og 4-2. Hanus Jacobsen gevur kreditt til unga B36-liðið, og heldur, at stigatalvan lýgur um dygdirnar hjá B36.

 

Hanus Jacobsen heldur, at hann og liðfelagarnir tóku seg saman í seinna hálvleiki aftaná at hava mist 2-0 leiðsluna í fyrra hálvleiki.

 

Hanus Jacobsen slær fast, at tað hevur sera stóran týdning í oddastríðnum, at Víkingur vann og er bert tvey stig aftanfyri KÍ á stigatalvuni.