Hanus spælir við

Hanus G. Johansen hitar upp fyri Frændur á stóru føðingardagskonsertini í Klaksvík leygarkvøldið. Frændur fáa góða hjálp frá einum góðum frænda leygarkvøldið. Frændur hava stóra 25 ára føðingardagskonsert heima í Klaksvík, og fólkakæri vísusangarin Hanus G. Johansen verður eisini við til tiltakið.

 

Hanus fer at hita upp fyri Frændur, og hann fer eisini at spæla í steðginum millum báðar framførslurnar hjá Frændum. Farna vikuskiftið var Hanus eisini við í onkrum sangi hjá Frændum, og tað kann væl verða, at Hanus, sum er við á tveimum teimum fyrstu útgávunum hjá Frændum, eisini fer á pallin saman við Frændum onkra løtu leygarkvøldið.