Nógv fólk vóru komin saman í kirkju í Klaksvík í dag at ynskja Hanusi Simonsen vælkomnan.
Við endan av prædiku síni takkaði Hanus Simonsen fyri álitið og bað um gott samstarv í hesa stuttu tíð fram til 31. des., har hann skal vera avloyasri fyri Magnus Brahé Jørgensen, sum er í sjúkrafarloyvi.
Hanus segði við eina av útvarpstøðunum á Ólavsøku, at hann gleddi seg at koma norður aftur í ljósið, hagani hann er slektaður ? úr Klaksvík. Henda útsøgn hevði næstan verið bókstavilig, tí havnarfólk hava valla sæð Nólsoynna fyri mjørka fram til nú Hanus Simonsen tók við starvinum og í Klaksvík hevur verið bláur himmalur somu dagar.
Jú, Hanus gleddi seg til sítt yrki í norðara vestara prestagjaldi. Sama vísti stóra mannfjøldin, sum var komin í kirkju í dag, at hon eisini gleddi seg til góðar løtur saman við sáttliga og fyririkomandi prestinum úr Klaksvík, Hanus Simonsen ? Hanus á Gørðum.