Hanus Samró mann eisini fegnast um FarGen

Tað, Hanus ákærir meg fyri, er burtur úr vón og viti. Men eg giti, vit semjast, tá valið er farið afturum

Tað, Hanus ákærir meg fyri, er burtur úr vón og viti. Men eg giti, vit semjast, tá valið er farið afturum

 

Hanus Samró er ikki so galin.

Men í valstríði kunnu sjálvt tey ikki so galnu blíva nokkso galin.

 

So er við Hanus. Nú sigur hann, at eg skal hava gingið ímóti Løgtinginum í sambandi við Fargen.

 

Vissi Hanus fylgdi við í tinginum - har hann sjálvur situr - so visti hann, at Løgtingið, so seint sum í desember, HEVUR játtað pengar til FarGen. Løgtingið VIL hava verkætlanina framda. Játtanin var bara ov lítil til, at arbeiðið ordiliga kundi fara í gongd.

 

Hevði Hanus fylgt enn betri við hevði hann eisini vitað, at mann frá føroyskari síðu HEVUR søkt um útlendskar pengar til FarGen - úr ES-grunninum. Tað hevur bara ikki eydnast at fáa nakrar enn.

 

Og hevði Hanus fylgt enn betri við hevði hann vitað, at eg fekk grønt ljós frá ØLLUM viðkomandi pørtum, áðrenn eg setti hetta sum eitt krav í sambandi við samráðingarnar um donsku fíggjarlógina.

 

Annars haldi eg, at Hanus skuldi fegnast um, at henda verkætlan nú kemur í gongd. Tí um alt gongur væl, kann hon draga stórar íløgur til Føroya, menna føroyska gransking og KT vinnu, og skapa bæði arbeiðspláss og inntøkur.

 

Og at finna fram til lekjandi heilivág er heldur ikki nakað ringt endamál.

 

Rokni faktiskt við, at Hanus eisini fegnast um hetta. Men valstríð kann fáa fólk at siga so nógv.