Ungmannafelagið hjá Fólkaflokkinum, Huxa, hevur fingið nýggjan formann og nevnd.
Á eykaaðalfundinum hjá Huxa hósdagin var nýggjur formaður og nevnd vald. Bjørk K. Olsen segði formanssessin frá sær, og tískil skuldi nýggj nevnd og formaður veljast.
Haraftrat valdi Sverre Nolsøe ikki at stilla upp til nevndina. Linda Niclasen stillaði upp ístaðin.
Eftir at nevndin hevði skipað seg saman, varð atkvøtt fyri, hvør fekk hvønn sess. Hanus Samró gjørdist nýggi formaðurin í Huxa, meðan Hans A. Norðfoss var endurvaldur sum næstformaður.
Nýggja nevndin er skipað soleiðis;
Formaður: Hanus Samró
Næstformaður: Hans A. Norðfoss
Kassameistari: Rói B. Poulsen
Skrivari: Linda Niclasen
Ábyrgd fyri marknaðarføring: Eyð Hammer
Nevndarlimur: Helgi Michelsen
Nevndarlimur: Harriet