Tað eru Hanus Samró og Sigfríður á Plógv, sum hava ment spælið, "Hvør", ið hevur fingið øði í fleiri mammur á Facebook-bólkinum »Mammur í Føroyum«. Serliga nú, tá talan hevur verið um happing seinastu tíðina, verður sagt, at spælið eggjar til happing og skapan av eyknøvnum. Helst eru tað mammur, ið stúra fyri at børnini spæla hetta við javnaldrum, og eru bangnar fyri at børnini koma út fyri ótespiligum royndum við spælinum.
– Vit vórðu bilsnir, tá vit hoyrdu um kjakið, sum gekk fyri seg á Facebook. Vit hava sjálvandi fingið fólk at royna spælið, áðrenn vit góvu tað út, og eingin, sum royndi tað, nevndi nakað um happing ella kendu seg illa av spælinum, greiðir Hanus Samró frá. Tvørturímóti vóru tey væl nøgd og hildu spælið vera ótrúliga stuttligt.
Atburðurin á Facebook hevur verið so mikið ógvusligur, at fleiri hava sagt, at tey ikki fara at keypa spælið og vilja ráða øðrum frá at keypa tað. Tað er næstan sum eitt felags boykott.
– Fyri at samanbera spælið við eitt annað spæl, kann man siga, at tað minnir nógv um danska spælið »Ego«, og sum tað liggur í orðinum, so er spurningurin, um tú hugsar egoistiskt ella ikki, sigur Hanus Samró.
Tað vil siga, at um tú til dømis fær ein spurning, sum »Hvør er penast?«, kanst tú antin velja at svara “egoistiskt”, ella velja onkran annan, sum tú heldur vera penast.
Leikararnir verða býttir upp í lið og á hvørjum liðið eru minst tríggir persónar. Spurningarnir eru ógvuliga fjølbroyttir og geva ymisk stig. Nakrir av spurningunum hóska kanska ikki til nakran á liðnum, men tá ræður um at finna felagstev, soleiðis at ein á liðnum tekur tann spurningin á seg.
– Tað er ikki soleiðis, at um tað eru seks spælarar, at tað eru fimm móti einum, soleiðis sum summi á Facebook-bólkinum halda. Tað eru sum sagt trý á hvørjum liði, so tað ræður um hjá liðnum at svara rætt. Hitt liðið fær nakrar aðrar spurningar. So ein persónur verður ongantíð hongdur út, ella stendur púrasta einsamallur, men tað ræður um hjá liðnum at finna felagsstev og savna mest stig saman.
– Vit eru sjálvandi ógvuliga harmir um støðuna, men ógvusligi atburðurin minnir nógv um framferðarháttin hjá Sea Sheperd. Fleiri av teimum, sum hava skrivað og viðmerkt, hava ikki spælt spælið, men byggja heldur sína útsøgn á eina mynd, sum er heldur misvísandi, greiðir Hanus Samró frá. Um tú tekur myndina út úr konteksti, kunna spurningarnir lættliga misskiljast. Akkurát, sum tá Sea Sheperd tekur eina blóðiga mynd og leggur hana á Facebook, uttan at greiða frá, hvussu alt í veruleikanum fer framm.
– So eg vil heldur siga, at áðrenn fólk døma spælið og leggja okkum undir at eggja til happing, at fólk royna spælið áðrenn. Tí eg kann vissa fólk um, at talan er ikki um happing, men um eitt serstakliga stuttligt spæl, har fólk kunnu finna uppá at velja seg sjálvi, tá tú minst væntar tað, og tað er m.a. tað, ið ger spælið so stuttligt, sigur Hanus Samró at enda.









