Hanus Pállson 80 ár

Leygardagin 18. mars fyllir Hanus Pállson í Havn 80 ár.

Hanus er uppvaksin á Viðareiði og flutti seinni til Norðragøtu at búgva. Hann lærdi til timburmann hjá Herlufi Johansen, byggimeistara, í Havn.
 
Seinni, í 1962, flutti Hanus til Havnar at búgva. Hann byrjaði at arbeiða hjá Peturi Michelsen, byggimeistara, síðan var hann arbeiðsformaður hjá Pihl & Søn í samfull 26 ár. 
 
Eftir tað var hann umsjónarmaður hjá Føroya Fiskasølu og seinni í Badmintonhøllini.
 
Foreldrini hjá Hanusi vóru: Elsa, f. Gregersen, úr Klaksvík, og Poul Enok Hansen úr Norðragøtu. Pápin var lærari á Viðareiði, og í 1946 fekk hann starv sum lærari við Gøtu skúla, og familjan flutti til Norðragøtu at búgva. 
 
Hanus er giftur Maritu, f. Joensen, dóttir Elspu Kristinu og Jákup Andrias í Frammistovu í Norðragøtu.
 
Marita og Hanus eiga trý børn: Jákup, sum býr í Norðragøtu, og Eslu og Erlu, sum búgva í Havn. Abbabørnini eru 8 í tali og langabbabørnini eru 9.
 
Hanus hevur altíð verið raskur, arbeiðssamur og hjálpsamur. Eisini gongur hann høgt upp í familjuna og dámar væl langar gongutúrar.