Hanus og Stanley fyltu Miðlahúsið

Hanus G. Johansen og Stanley Samuelsen spældu í Miðlahúsinum ólavsøkudag klokkan 18, og hetta savnaði so nógv fólk, sum ongantíð áður i húsinum, og teir báðir livdu lættliga upp til tann heiður, sum Miðlahúsið fyrr á degnum hevði latið teimum við Listavirðisløn Miðlahúsins

Ólavsøkudag fingu tveir av fremstu vísusangarum okkara Listavirðisløn Miðlahúsins á 50.000 krónur í part. Hanus G. Johansen og Stanley Samuelsen fingu hendan heiður og hesa viðurkenning, og seinni á kvøldi, klokkan 18, stóðu teir á plakatini at skula hava konsert saman í Miðlahúsinum.

At hesir báðir troubadourarnir leika við sama høvi er stórhending, og hetta vóru tað eisni mong, ið hildu, tí so nógv fólk hevði leitað sær í Miðlahúsið til konsertina, at hetta er ein hin størsta fjøld, sum hevur verið í húsinum.

Hanus og Stanley spældu fleiri av sínum perlum. Hesar vísur, ið eru fólkaogn, og saman spældu og sungu teir Blóma Mín hjá Poul F., sum Hanus hevur sett lag til.

Hanus hugtók við sínum orkumiklu tulkingum og Stanley gjørdi lurtaran enn einaferð bilsnan av frálíka gutarspælinum, sum hann megnar at leggja undir framførslurnar.

Teir báðir skuffaðu ikki tey, ið høvdu megnað at fáa sær pláss í Miðlahúsinum, ella úti í Miðlagarðinum, tí hesin tímin gjørdist eitt perluband av kendum vísum, ið tveir av fremstu vísusangarum í landinum framførdu, meðan sólin bakaði uttanfyri, men inni fór eisini heitur ylur gjøgnum lurtarafjøldina, tá løg sum t.d. “Um Eg Kundi Kvøðið” og “Blóma Mín” ljómaðu.

Lóvabrestirnir prógvaðu eisni, at hesir vísusangararnir fáa viðurkenning frá lurtarafjøldini, og tað fløvar oivað eisini hjørtu teirra, eins og meira almennar viðurkenningar gera tað.