Hanus Kruse og Marjun Thorvaldsdóttir Gaardlykke vóru seinnapartin vígd á trappuni í Vágsbotni.
Fitt av fólki var savnað á trappuni til vígsluna. Brúðurin kom gangandi fram við Havnar kirkju móti trappuni, meðan lagið November Rain hjá Guns'n'Roses ljóðaði í Vágsbotni.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, vígdi tey bæði, og minti tey á, at hjúnabandið er meiri enn ein løgfrøðilig sameinan av teimum báðum, og at tað eisini fylga bæði treytir og skyldir við, tá ein fer inn í eitt hjúnaband.
Hanus er sonur Unn og Birgir Kruse, meðan Marjun er dóttir Ruth og Thorvald Gaardlykke.
Hetta er fyrsta brúðarvígslan sum verður hildin á trappuni, men neyvan er tað tann seinasta.