Hanus og Aldubáran syngja og spæla Pól F.

KONSERT. Síðst í hesum mánaðinum verða tvær konsertir við Hanusi Johansen og Aldubáruni í Norðurlandahúsinum

Hvør dugur betur at bera yrkingarnar hjá Pól F., skaldinum úr Sumba, fram enn júst Hanus Johansen, fólkatónleikari. Hann hevur gjørt hópin av løgum til mongu yrkingarnar hjá Pól F., og fyri umleið tíggju árum síðani kom pláta út við nøkrum løgum, ikki so fá teirra eru vorðin klassikarar. Tónleikabólkurin Aldubáran, ið er mannaður við yrkistónleikarum, hevur nú tikið stig til tvær konsertir saman við Hanusi.

- Aldubáran er farin undir hesa verkætlanina saman við Hanusi Johansen fyri at royna eitthvørt nýtt og øðrvísi. Tað eru tvey ár síðani, vit fyrstu ferð høvdu hesa verkætlanina uppá tal. Vit hava altíð verið rættiliga hugtikin av Hanusi og hansara framførslum. Hann hevur gjørt nógv ógvuliga góð løg.

- Aldubáran spælir vanliga klassiskan tónleik, bæði gamlan og nýggjan, men hon kann eisini brúkast til so nógv annað. Vit hava spælt til konsertir, har bara løtt wienerklassisk løg hava verið spæld, og til konsertir, har bara nýggjur tónleikur er spældur. Hetta er fyrstu ferð við royna hetta slagið at tónleiki. Vit hava avgjørt áhuga í at royna so nógv ymisk sum til ber, tað er eisini stuttligt at royna slíkt og ikki bert binda seg til eitt slag av tónleiki, sigur Andrea Heindriksdóttir, tónleikari í Aldubáruni.


Funnið stevið

Aldubáran hevur vant nakrar ferðir til tær tvær konsertirnar sum vera. Trý í bólkinum búgva uttanlands, og tí ræður um at vera væl fyrireikað, tá ið tey hittast.

- Tað tekur tíð at samanbjóða bólkin og Hanus, tí vit koma úr tveimum ymiskum verðum. Vit í Aldubáruni úr teirri klassisku tónleikauppalingini, meðan Hanus úr fólkatónleikinum. Tað eru ymiskir mátar at arbeiða uppá, vit uppfata nógv á ymiskan hátt, men venjingarnar hava gingið væl, sigur Andrea Heindriksdóttir.

Á konsertini verða bæði eldri kend og nýggjari minni kend løg eftir Hanus Johansen spæld. Nøkur teirra eru løg til yrkingar eftir Pól F., eitt nú hevur hann gjørt nýtt lag til Føgru blómu, sum Aldubáran eisini fer at framføra. Hanus Johansen syngur sangirnar meðan Aldubáran spælir undir. Umframt syngur Hanus eitt lag sjálvur og Aldubáran spælir eitt lag instrumentalt. Restina framføra bólkurin og Hanus í felag. Páll Sólstein, Ólavur Jakobsen, Edvard Nyholm Debess og Stamen Stanchev hava lagt løgini til rættis fyri bólkin.


Nógvar uppgávur

Aldubáran hevur í umbúna aðrar líknandi konsertir, men eingin ítøkilig ætlan fyriliggur. Bólkurin spælir saman umleið 4-5 ferðir um árið. Vanliga til Várkonsertina í sambandi við, at Várframsýningin í Listaskálanum letur upp, umframt Summartónar, sum eru á hvørjum ári. Partur av bólkurin hevur konsert í Íslandi í november.

Við Aldubáruni til hetta høvið eru Andrea Heindriksdóttir, Sámal Petersen, Edvard Nyholm Debess, Stamen Stanchev, Páll Sólstein, Anna Klett, og Ólavur Jakobsen.

Konsertirnar verða 25. og 26. sept. kl. 19.30 í Norðurlandahúsinum.