Hanus misti garðin í Syðradali

Ì hesi røð er eisini nokk so fitt av bygdarsøgu, eisini frá bygdunum í Tórshavnar kommunu. Grøvin hjá Onnu og Hanus í Syðradali er eisini ein partur av søguni hjá hesi bygd

Óli Jacobsen

Syðradalur er ein tann minsta bygd­in í Føroyum og í Tórshavnar komm­unu. Har eru tveir bóndagarðar, og í 2006 búðu sjey fólk har.
Í 1584 verður annar bónda­garð­urin prestagarður fyri sunnara part­in av Streymoynni, men prest­arnir búðu í Havn og høvdu upp­sitara.
Ein av hesum uppsitarum var Hanus Christiansen f. 1853, og tað er hansara søga, henda frásøgnin snýr seg um. Kona Hanus var Anna Fredrikka Haraldsdatter, f. 1854 í Miðvági. Tey giftust í 1879 í Havnar kirkju.
Hanus tók við eftir pápa sín Christ­ian Hansen f. 1820. Kona hans­ara var Ellen Nicolaidóttir f.1822 av Argjum. Tey fingu tilsamans fýra børn Karin f. 1846, Christianna f. 1848, Hans f. 1853 og Poul Nicolai f. 1861.

Prestur koyrdi Hanus av garðinum
Um søguna hjá Hanusi skrivar Viderø prestur frásøgn hjá soninum Harald um, tá ið pápin mátti fara av garðinum. Umskrivað til gerandis føroyskt ljóðar hetta so:
Hanus bóndi vildi treyðugt flyta. Hann elskaði Syðradal eins og hansara forfedrar. Men tá ið Bruun prestur kom úr Vágum til Havnar í 1897 hevði hann mann við sær, sum skuldi vera uppsitari.
Hetta kom Hanusi illa við. Hann hevði lokið allar sínar skyldur móti presti. Hann tosaði við Bærentsen, amtmannin, og hann hjálpti honum at vera sitandi. Men tá kom Rohde prestur, og tá var verri hjá Hanusi.
Harald gloymdi hetta aldri, sum hann greiddi frá:
Eg var tá um tjúgu ár og hoyrdi orðadrátt teirra. Orðini hjá prest­in­um vóru so ljót, at tey kunnu ikki takast upp aftur. Hetta tók sum rímiligt er pápa fast. Hann var tá ein tilkomin maður og var fast­grógv­in í Syðradali. Og hvar skuldi hann fara? Børnini vóru ikki øll til­komin.
Hann var kanska ikki so góður bóndi sum pápi hansara, sum eitt ár skar so mikið, at prestur fekk 193 seyðir, og hann hevði sjálvur trið­ingin eftir. Evaldsen prestur, sum var í Havn 1879-1886, var so hug­tikin av honum, at hann beyð honum ókeypis ferð niður at vitja seg.
Hanus, langabbi, var so góður við seyðin, at í stórkava var hann í størri koti enn vanligt, fyri inn við barmin at kunna bera lomb, sum vóru deyðkomin. Tá kravdi hann eisini, at øll, sum sótu heima, skuldu halda saman hendur og bert hugsa um seyðin.
Í Syðradali var tungt at liva, men tí ólust kreftirnar bæði til likam og sálar.
Eg skilti adri, hví prestur vildi hava pápa frá. Hóast hann ikki altíð var so heppin í haganum, so leyk hann altíð sínar skyldur. Rhode fór enntá av landinum fá ár seinni.
Eg segði við pápa, at hann skuldi ikki finna seg í hesi ljótu orðini hjá presti og eg mælti honum til at flyta. Tað sama segði Kristian bróð­ur.
Vit keyptu so trøðna frá Niels í Dali, og bygdu vit á henni. Vit høvdu nógvar vinir, sum høvdu vitj­að okkum í Syðradali, har teir høvdu havt góðar løtur.
Men tað var tungt at flyta, ser­liga tí nú skuldi lán takast at byggja nýggju húsini. Tað var eisini tungt at koma niðan á trøðna, sum lá so langt uttan fyri byin, at hon varð kallað Jan Mayen.
Kristian var eftir hetta kallaður bóndin, men eftir, at vit vóru noydd at flyta torgaði hann ikki prestar. Men hann tilbað Jóannes bónda.
Óli Reinert bóndi í Norðradali segði seg ikki kunna skilja, at Hanus varð rikin av garðinum. Hann ið kom aftaná fekk ikki meira burtur úr, heldur var tað minni, tí Hanus var so væl mannaður.
Kristian sigldi við Kvívíkar Tumm­as við Stella Argus. Eina ferð var hann illa meislaður í hondina, og tá mátti Tummas royna seg sum lækni. Einasta doyving var brenni­vín, sum hann fekk bæði undan og eftir viðgerðina. Aftaná segði doktor Dahl, at her var gjørt tað, sum skuldi gerast.

Børnini hjá Onnu og Hanus.
1. Ellen f. 1879, giftist við Joen Pauli Ellendersen (1878-1961) fødd­ur í Hvalba og deyður í Keyp­mann­ahavn. Hon doyði í Hvalba. Tey fingu børnini Anna Hansina f. 1910, Niclas Martin f. 1912 og Maren Malena f. 1917. Hon flutti til Amerika.
2. Harald (1881-1973), grótmaður. Hann var ógiftur. Húsini hjá hon­um kallaðust Syðradalur. Anna av Váli, sum vaks upp í Norðradali, hevur greitt frá, at tá tey í hennara ungdómi fóru til Havnar við vøru, var tað við rossi. Í Havn vórðu ross­ini altíð tjóðrað hjá Harald í Syðra­dali, til farið varð til hús aftur!
3. Fredrikka Jørgina Sofía f. 1884, gift við einum dana og doyði á Bornholm. Hon fekk trý børn, Børge, Bodil og Billy.
4. Kristina (1885-1973). Hon var á Føroya Fólkaháskúla summarið 1910. Fyrri maður hennara var Óli Olsen av Viðareiði (1887-1923). Tey vóru stutt gift og fingu einki barn. Hann doyði vist av tuberklum.
Kristina giftist aftur við Sám­al Petur Thomsen (1896-1979, fiski­mað­ur úr Kollafirði. Tey fingu eitt barn, Hans Thomsen 1928-1993, kend­­ur m.a. sum rithøvundur. Hann giftist við Bergfríðu Klein (1928-1992). Hon var dóttir Dánjal Klein, sum 1940-1952 var formaður í Føroya Fiskimannafelag.
Tá ið Hans doyði fekk hann tað ummæli, at hann var ein av teimum, sum hevði gjørt mest fyri føroyska málið.
Hann tók málsligt studentsprógv 27. juni 1946 á V.B.V. Hann var hjá Lands­verki í mong ár í bók­hald­inum.
Í 1976 fekk Hans M.A. Jacobsens bókmentaheiðursløn. Í 1986 fekk Hans heiðursgávu úr grunnin Kristi­ans á Brekkumørk.
Hansara absolutta høvuðsavrik eru óteljandi týðingarnar úr al­heims­bókmentum til føroyskt, bæði stórar skaldsøgur og ótal av stutt­søgum, eisini yrkingar og mong leikhandrit. Hann gjørdi eis­ini upprunarit sjálvur.
Hans gjørdi nógvar sendingar til útvarpið og las upp bøkur í út­varp­in­um.
5. Christian (1887-1960). Hann var ein kendur útróðrarmaður í Havn og var av sterkastu monnum. Hann var ógiftur.
6. Dagmar Wilhelmina (1889-1891)
7. Dagmar Wilhelmina f. 1893. Giftist við Martinus Elias Hansen.Tey fingu Jørginu og Onnu.
8. Marianna Christina f. 1895
9. Hans Niklái (1894-1969), málari. Hann var ógiftur
Børnini fingu eftirnavnið Han­­sen. Tó varð Kristina kallað Christian­sen
---

Komandi partur
Í komandi parti um triggjar vikur, verður eitt sindur av Nólsoyarsøgu, nevniliga um Carl Ljot og Albert Joensen. Eisini verður eitt ískoyti um Heina Heinesen, skrivað av beiggjanum William.