Hanus er kendur í føroyum og aðrastaðni og hann er tryggur á palli og dregur lurtarar ? eisini nú hann hevur skift kós og torir at royna seg við sangum við nýnorskum teksti Hanus G. Johansen nýtist ikki nærri lýsing millum føroyskar lurtarar. Hann er tryggur, tá hann syngur okkum vísur, har hann hevur sett løg til yrkingar hjá Pól F. og øðrum.
Og Hanus dregur lurtarar og tað var fult í Posthúskjallarnum, tá Hanus stóð á asfaltskránni.
Men eisini nú Hanus hevur givið út fløgu við teksti eftir norkum yrkjara, fylgja lurtarar Hanusi. Hann hevur torað at roynt nakað annað, enn tað vit kenna hann fyri, og djarva royndin er eydnast honum.
Og á Asfalt fingu lurtararnir bæði Hanus á føroyskum og norskum og tað riggaði. Hanus rúnarbant ? sum altíð ? fjøldina, sum trokaði seg meira og meira saman inni í posthúskjallaranum. Soleiðis eigur ein konsert við sangara og guitara at vera: tætt pakkaður salur og øll eygu og oyru vend mótvegis troubadourinum á palli. Flott!!