Hanus G. Johansen spælir í Spaniastovu í kvøld klokkan 21.
Hanus G. Johansen vaks upp á Vágsheygnum í Klaksvík. Í umhvørvinum har og kring dansistovuna og posthústrappuna kveiktist eisini hugurin til at fara út um Klakk at spæla. Ja, tað bleiv til onkran túrin við m. a. Pison, at gittarin eisini kom til sín rætt, og síðani byrjaði eina tónleikarík ferð í Føroyum og øllum norðanlondunum.
Tónleikaliga og skaldliga fevnir Hanus vítt og breitt, djúpt og høgt. Flestu føroyingar hava í skjótt 40 ár hoyrt Hanus syngja kring landið. Konsertin aftan á Scorpions á Vágsbø í 2007, konsertin á 60 ára degnum 18. juni 2010 í Norðurlandahúsinum og í Badmintonhøllini í Klaksvík 21. agust 2010 eru nøkur av fleiri hæddarpunktum á tónleikaferðini hjá tónasmiðinum av Vágsheygnum.