Vit eru errin av at kunngera, at føroya fremsti fólkasangari fer at trína á pallin á Okkara Voxbotni 29. juni.
- Tað er fyrstu ferð at Hanus G fer at framføra á Okkara Voxbotn, sigur Rúni Djurhuus ið er fyriskipari á Okkara Voxbotn. Hanus G hevur eina fulla skjáttu av fólkahittum, og tað serliga við Hanusi er, at ættarlið eftir ættarlið taka hansara gandakenda tónleik til sín.
Hanus G syngur millum annað væl umtókta sangin »Áh, kundi á tíðarhavið«, lurta eftir lagnum við Hanus G, við at trýsta á pílin omanfyri.
Fammanundan er longu greitt, at heimskendi tónleikarin Lost Frequencies, kemur at framføra á Okkara Voxbotn 2019.
- Tað er vist, at tað verður lív í á Okkara Voxbotn tann 29. juni í 2019, sigur Rúni Djurhuus.