Vit hava spurt nøkur fólk, hvørjar bøkur tey lesa, um tey ynskja sær bøkur í jólagávu, og um tey hava nakra meining um dygdina í føroyskum bókum.
Lesur tú nógv, føroyskt ella útlendskt?
- Eg lesi ikki serliga nógv fyri tíðina - út yvir tað, sum er arbeiðsrelaterað, tíverri.
Tað sigur Hansa M. Glerfoss, fyrrverandi skúlastjóri við Sandoyar Meginskúla.
Hvørja bók lesur tú beint nú?
- Her er ein bók á hillini, ið dregur. Versonurin, sum er lesandi í Danmark, gloymdi hana eftir, nú hann var heima og vitjaði í heystfrítíðini. Tað er bókin “Døde-vaskeren” hjá Sara Omar. Hana eri eg farin at lúra í.
Hvørja bók ynskir tú tær í jólagávu?
- Mær dámar væl ævisøgur, so skuldi ein bók ligið innpakkað til mín undir jólatrænum, so er tað eitt gott boð.
Hevur tú nakra meining um dygdina í føroyskum bókum?
- Havi sum so ikki nakra ramliga meining um føroyskar bókmentir í hesi løtu, men eg frøist um, at nógv kemur út á okkara móðurmáli, sigur Hansa M. Glerfoss.











