Tað var Hansina Poulsen, sum ringdi úr Hvalba, ið fekk fulla plátu í Gekka-spælinum í kvøld og slapp at snara hjólinum.
Høvuðsvinningurin var á 100.000 krónur, og hon valdi at deila upphæddina í trý - við 35.000 krónum í hvørjum leypi.
Tað gekk ikki best at raka á leyparnar í spælinum í kvøld, tí bæði í fyrstu og aðru royndini steðgaði hjólið á 10.000 krónum.
Og minni kann talið ikki vera í Gekka-spælinum. Tí var so sjálvsagt, at Hansina Poulsen eisini brúkti triðja og seinasta møguleikan.
Í triðju royndini gekk ikki verri enn í hinum báðum fyrru, tí nú steðgaði hjólið á 12.500 krónum - og soleiðis øktist upphæddin við 2.500 krónum.
Tað var ikki ein vónsvikin kvinna, sum takkaði vertinum í kvøld, Jan Gardari, fyri vinningin.
- Tað er fínt. Takk fyri tað, segði Hansina Poulsen og takkaði fyri tað, hon hóast alt fekk burtur úr í kvøld.











