Hansina Larsen 80 ár

Jóansøkudag 24. juni fylti Hansina Larsen í Havn 80 ár.

Hansina er ættað úr Kvívík. Foreldrini vóru, Súsanna Kathrina, nevnd Kinna, av Eystaruhellu í Kvívík, og Petur Joensen, av Skælingi.

Hon giftist jóansøkudag 1950 við Helmuth Larsen, gróthøggarameistara (1921-1985), úr Keypmannahavn.

Helmuth Larsen kom til Føroyar í februar 1946. Hann var boðsendur av Føroya Mekaniska Grótídnaði til at høgga standmyndina av V.U. Hammersheimb, á Debesartrøð, í føroyskt grót, eftir modelli av Janusi Kamban, listamanni. Hetta arbeiðið gjørdi Helmuth saman við faðir sínum, Lars Larsen, gróthøggara, sum var staddur í Føroyum.

Í 1967 stovnaði Helmuth Larsen sítt egna grótvirki í Havn. Virkið sum í dag eitur Grótvirkið Helmuth Larsen.

Børnini hjá Hansinu og Helmuth eru: Høgni, Gisla, Annika og Ingun, sum øll búgva í Havn.

Hansina eigur 9 ommubørn og 2 langommubørn.