Hansina Iversen sýnir fram á Listasavni Føroya

Samtíðarlist verður støðugt sett í miðdepil á Listasavni Føroya. Nakrar mánaðir í senn verður eitt nýtt úrval av samtíðarlist hjá Listasavninum víst í Vetrarstovuni út ímóti Viðarlundini. Listin er í alskyns miðlum og stílum, og átakið varpar ljós á nýggjari list í føroyskum høpi.

 

Listafólkið hesa ferð er Hansina Iversen (1966), sum tekur støði í tí non-figurativa við denti á litir, formar og samspælið millum hesi. Í januar 2018 hevði Hansina Iversen serframsýning í Steinprenti, har savnið ognaði sær fimm málningar. Sum ofta er hjá Hansinu, hava einstøku myndirnar einki heiti. Kortini hava hesar eitt felagsheiti, nevniliga Portraits of the Loved Ones.

 

Hansina Iversen hevur verið virkin listakvinna í nógv ár. Tá hon arbeiddi við hesum málningunum, kendi hon fleiri av skapunum aftur, sum komu fram á løriftinum. Tað vóru sum eldri kenningar, sum vendu aftir til listina hjá henni. Á henda hátt kunnu málningarnir skiljast sum "portrett" av skapum, sum standa henni næst.

 

Listasavn Føroya er opið allar dagar kl 11-17. Frá 1. september til 30. apríl er Listasavnið opið kl. 13-16 allar dagar uttan mánadag.