Hansina fer at siga nøkur góð orð á ólavsøku

Hetta er 103. ferð, at fólkafundur er á Háskúlanum á ólavsøku

Aftur í ár verður fólkafundur á Háskúlanun á ólavsøku. Fundurin er almennur, og sum vant er tað klokkan 17.30 ólavsøkuaftan, beint eftir kappróðurin.

 

Í ár er tað Hansina Iversen, listakvinna, sum heldur røðu, men tað verður eisini felagssangur og føroyskur dansur, umframt at ein biti verður at fáa.

 

Tað var 28. juli 1912, at Háskúlafelagið var stovnað við umleið 100 limum. Felagið hevur havt stóra undirtøku kring alt landið, og limatalið hevur verið væl yvir 1000, tá ið undirtøkan var størst.

 

Og líka síðani stovnandi aðalfundin á ólavsøku 1912, hevur Føroya Fólkaháskúlafelag skipað fyri fólkafundi á háskúlanum ólavsøkuaftan.