Hansi Flick verður týskur landsliðsvenjari

Avloysarin hjá Joachim Löw er funnin

Hans Flick verður týskur landsliðsvenjari aftaná Joachim Löw

Hans Flick verður týskur landsliðsvenjari aftaná Joachim Löw

54 ára gamli Hansi Flick verður komandi týski landsliðsvenjarin. Týska fótbóltssambandið boðar frá, at Hansi Flick verður í fyrstu atløgu týskur landsliðsvenjari fram til 2024.

 

61 ára gamli Joachim Löw fer at runda sítt tíðarskeið sum týskur landsliðsvenjari av við komandi EM-endaspælinum.

 

Hansi Flick hevur havt eitt glæsiligt tíðarskeið sum høvuðsvenjari hjá Bayern München, har hann hevur vunnið bæði Bundesliguna og Champions League.

 

Hansi Flick var hjálparvenjari hjá Joachim Löw árini 2006 til 2014, og er tí væl kendur við starvið.

 

 

 

Hans Flick verður týskur landsliðsvenjari aftaná Joachim Löw

Hans Flick verður týskur landsliðsvenjari aftaná Joachim Löw