Hansen-beiggjar í Sportboxini

Rás2: Gert og Arnbjørn Hansen eru gestir í Sportboxini

Í Sportboxini, sum er á Rás2 fríggjadagar frá klokkan 10 til 12, verða tveir fótbóltsbeiggjar á vitjan í seinna tímanum, sum hevur heitið “Fótbóltspenalið”.

 

Hoyr Rás2 beinleiðis við at trýsta HER

 

Beiggarnir fara eitt nú at fortelja um tíðina í EB/Streymi, har teir millum annað vunnu FM, Løgmanssteypið og kláraðu seg væl í Evropa. Teir eru uppvaksnir í felagnum og vóru partur av gyltum árgangi.

 

Í fyrra tímanum verður millum annað tosað við útisetar, um renning og um Premier League, sum er farin á rull fyri 25 ferð. Skal Liverpool selja Philippe Coutinho, kann Manchester United vinna og er Chelsea í trupulleikum?

 

Til ber at luttaka í sendingini við at senda sms inn á 559999. Í SMS kappingini spyrja vit, hvør er heimsins dýrasti fótbóltsspælari.