Hans Pauli Strøm hongdur út

Landsstýrismaðurin skilir ikki, hví hann skal pilkast burtur úr rúgvuni og gerast til brotsmann av serliga grovum slagi.. Hann sigur, at veruleikin er, at øll landsstýrisfólkini hava brúkt meiri pening, enn Løgtingið hevur játtað teimum

Áki Bertholdsen

aki@sosialurin.fo


- Eg skal ikki forvara, at eg havi brúkt meiri pening, enn løgtingið hevur játtað mær. Men eg skilji ikki, hví eg skal pilkast burtur úr rúgvuni.

Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í heilsumálum, vísir als ikki aftur, at hann hevur brúkt meiri pening, enn Løgtingið hevur játtað honum.

Men hann følir seg eitt sindur hongdan út. Hann sigur, at so at siga øll landsstýrisfólkini hava brúkt ov nógv.

- Eg veit ikki, hví eg skal hongjast út, sum ein stórur brotsmaður, tá ið veruleikin er, at meirnýtsla hevur verið ein almennur trupulleiki í øllum landsstýrinum, sigur hann.

Hann sigur, at í almanna- og heilsumálaráðnum hevur meirnýtslan verið 2% av játtaðu upphæddini, men hjá hinum aðalráðunum hevur meirnýtslan verið 2,2% tilsamans.

Samstundis hevur almanna- og heilsumálaráðið umsitið 52% av fíggjarlógini og hini aðalráðini hava umsitið 48% av fíggjarlógini.

- Tí er upphæddin á almanna- og heilsumálaráðnum stór, men meirnýtslan hjá øðrum ráðum er størri.

- Vit hava 52% av játtanini og 50% av meirnýtsluni. Hini aðalráðini hava 48% av játtanini og 50% av meirnýtsluni og tí er hetta ikki ein serstakur trupulleiki fyri meg staðfestir hann. 

Hann sigur, at hetta verður høvuðsinnihaldi í tí svari, hann fer at senda landsstýrismálanevndini.

Men fyri tað um onnur hava brúkt ov nógv, forsvarar tað so eisini, at tú brúkar meiri, enn tú hevur heimild til?

- Nei, eg verji ikki meirnýtslu, men tað er ein trupulleiki, sum er felags fyri øll landsstýrisfólkini og nú er alvorliga táttað í á hesum øki, tí nú hava vit fingið greið boð um, at meirnýtsla verður ikki góðtikin longur.


Ov einfalt

Tað harmar hann eisini, at Landsgrannskoðarin ikki nevnir tað í síni meting av málinum, at talan er um ein vanligan trupulleika, men gevur tað fatan, at talan er um ein serligan trupulleika fyri almanna- og heilsumálaráðið.

Skuldsetir tú Landsgrannskoðaran fyri at renna politisk ørindi?

Nei, tað gera eg ikki men tann, sum lesir niðurstøðuna hjá landsgrannskoðaranum situr eftir við, at hetta er ein serligur trupulleiki fyri mítt málsøki og tað er tað ikki og tað er at gera málið ov einfalt.

Hans Pauli Strøm staðfestir, at skal misálit reisast á hann av hesum, skal misálit eisini reisast ímóti øllum øðrum landsstýrisfólkum.

Men tað verður so ein spurningur, sum Løgtingið má taka støðu til og sjálvur tekur hann ongar avleiðingar av støðuni.