Tað hevur mangan verið funnist at føroyskum politikarum fyri, at teir ikki hava megnað at útvega eldri føroyingum eina hóskandi pensjón.
Ført hevur verið fram, at fólkapensjónin í Føroyum er munandi lægri enn í Danmark.
Á landsfundinum hjá Javnaðarflokkinum í morgum staðfesti, Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, at hetta er ikki longur sannleikin.
Og á nýggjarinum hendir enntá tað sóðbrótandi, at tá fer fólkapensjónin í Føroyum enntá eitt vet upp um pensjónina í Danmark, tá ið skatturin er betaltur.
Orsøkin til hetta er ,at 1. januar hækkar útgjaldið úr Samhaldsfasta 370 krónur um mánaðin, úr 1.860 í 2.230 krónur.
- Samstundis er lógaruppskot til viðgerðar á løgtingi, sum hækkar viðbótina til ávísar pensjonistar, sum verður útgoldin 3 ferðir um árið, úr 5.556 kr krónur upp í 6.924 krónur um árið.
Hóast pensjónin í Danmark er hægri enn í Føroyum, betalur ein danskur pensjónistur so mikið nógv í skatti, at tá ið alt er talt saman og drigið frá, hevur føroyska pensjonistin meiri eftir á kistubotninum enn tann danski hevur.
Hans Pauli Strøm vísti á, at ein uppfgerð vísir, at næsta ár, fer ein føroyskur pensjónistur at
Hava 9.186 krónur eftir um mánaðin og tað er 247 krónur meiri enn tann danski pensjónisturin hevur, tí hann eigur bara 8.939 krónur eftir av pensjónini, tá ið skatturin er goldin.
Taka vit so eini hjún, har bæði eru pensjónistar, hava føroysku pensjónista-hjúnini 15.120 krónur eftir av fólkapensjónini, tá ið skatturin er betaltur og tað er 584 krónur meiri enn eini donsk pensjónistahjún hava, tí hjá teimum er bara 14.536 krónur eftir.
Hann staðfesti eisini, at sostatt hevur hendan samgongan megnað at hækka fólkapensjónirnar heili 25% og tað var hann bæði stoltur av og fegin um.