Hans Pauli sigur ósatt

Jarvin Feilberg Hansen, Formaður í Føroya Pedagogfelag

Mikil orðadráttur hevur seinastu dagarnar verið millum Finn Helmsdal, løgtingsmann og Hans Paula Strøm, landstyrismann, um flytanina av 5 búfólkum frá bústovninum við Sundsvegnum og út á Eirargarð.
Eg kann sum formaður felagsins váttað, at Hans Pauli Strøm ikki hevur grein í sínum máli, tá hann sigur, at eingin viðmerking er komin til Serstovnadeildina. Tað er beinleiðis lygn!
Álitisfólki á stovninum hevur sjálvt sent sínar egnu viðmerkingar til málið  og var so mikið at sær komin at handa brævið persónliga til umsitingina á Almanna- og Heilsumálaráðnum. Undirritaði læs sjálvur viðmerkingarnar ígjøgnum áðrenn skrivið varð handað, og tískil sat eg sum kánus, tá eg í Tinginum hoyrdi landsstýrismannin siga, at ongin viðmerking var komin.
Sigast skal eisini í hesum sambandi, at avgerðin um at flyta búfólkini út á Eirargarð er tikin fyri fleiri mánaðum síðani, tí tann 31. august vóru umboð fyri serstovnadeildina greiddi starvsfólkunum frá hesum. So har varð ongin vegur uttanum. AVGERÐIN VAR TIKIN  og stóð ikki til at broytast.
Starvsfólkini vóru als ikki tikin við uppá ráð  men tað kundi man kanska heldur ikki væntað, tí hetta er enn eitt dømi um, hvussu nógvir spurningar verða avgreiddir. Hví ikki hava serkunnleikan  starvsfólkini  við í hesari viðgerð?
Føroya Pedagogfelag hevur eisini sent Serstovnadeildini skriv um við fyrispurningi um hvørjar broytingar eru í væntu innan Serstovnaøkið. Men svarið varð í stuttum, at tað skuldu vit ikki blanda okkum uppí, tí Føroya Pedagogfelag hava ongan leiklut í teirri ráðleggingini leiðslan fyri Heimarøktini og Serforsorgini arbeiði við!!
Hetta eru tónarnir  og ikki haldi eg, at tað eru blíðir tónar, sum boða frá samstarvi.