Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, fær onga átalu frá landsstýrismálanevndini Landsstýrismálanevndin heldur onga orsøk vera at finnast at landsstýrismanninum í heilsumálum, Hans Paula Strøm, fyri ikki at hava lurtað eftir løgtingsgrannskoðarunum, sum hava sett spurnartekin við, um yvirlæknar gjalda fyri at hava privata viðtalu á sjúkrahúsunum.
Tað sigur útvarpiðå hjá Kringvarpinum.
Kári á Rógvi, løgtingsmaður fyri Sjálvstýrisflokkin, heitti í vár á landsstýrismálanevndina um at kanna embætisførsluna hjá Hans Paula Strøm í sambandi við, at grannskoðararnir fleiri ferðir hava reist spurningin um gjald fyri høli og annað til privata viðtalu á sjúkrahúsunum.
Landsstýrismálanevndin sigur, at landsstýrismaðurin hevur roynt at fingið greiði á, hvussu nógv yvirlæknar gjalda fyri at brúka hølir og annað á sjúkrahúsunum til privata viðtalu, og tí fær hann onga átalu frá nevndini, sum er komin til ta niðurstøðu, at landsstýrismaðurin hevur einki skeivt gjørt.










