Tað er lagt upp til ein sannan gysara í Norðstreymoyar valdømi. Sambandsflokkurin er nærum tryggjaður ein tingsess í Norðstreymi, meðan Javnaðarflokkurin, Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin stríðast um hin tingsessin í valdøminum.
Sambært veljarakanningin, sum Sosialurin og Fynd hava gjørt í samstarvi Føroya Tele, liggur Javnaðarflokkurin í løtuni til at vinna tingsessin frá Tjóðveldisflokkinum.
Seinasta valskeið hava Bárður Nielsen fyri Sambandsflokkin og Niklái Petersen røkt tingsessirnar í valdøminum. Heðin Zachariassen vann eykavalda tingsessin fyri Fólkaflokkin.
Heilt ótrúligt
-Ja men tað er heilt ótrúligt at møguleikin fyri at vinna tingsessin longu er í hondunum, sigur Hans Pauli Strøm, sum verður roknaður sum fremsta valevni hjá Javnaðarflokkinum í Norðstreymi.
Hans Pauli sigur, at veruligi valdysturin í Norðstreymi byrjar ikki fyrr enn í kvøld og at hann longu nú skal vera við í dystinum um tingsess, hevði hann ikki væntað. Hann sigur, at endamálið er sjálvsagt at vinna Javnaðarflokkinum ein tingsess úr Norðstreymi, men nú trýr hann veruliga upp á tað, og hann fer við góðum treysti undir seinastu vikuna av valstríðnum.
Spurdur, um hví Javnaðarflokkurin stendur seg so væl í Norðstreymi, svarar Hans Pauli, at hann heldur ikki at samgongulimirnir( Heðin Zachariasen og Niklái Petersen, blðm) hava fingið stórvegis av skaftið seinasta valskeiðið og at Javnaðarflokkurin hevur verið miðvísur í andstøðuarbeiðinum.
? Úrslitið av veljarakanningini ger, at stríðsviljin veruliga tendrast hjá mær, sigur Hans Pauli Strøm
Góðar vónir
Heðin Zachariasen, sum hevur umboða Fólkaflokkin farna valskeiðið, hevur góðar vónir um at vinna annan av tingsessunum í Norðstreymi. Eins og Hans Pauli, greiðir Heðin Zachariasen frá, at veruliga valstríðið í Norðsteymi ikki fyrr enn í kvøld.
Spurdur um, hvørji avrik hann kann vísa sum tingmaður seinastu 20 mánaðirnar, svarar Heðin, at nógv er komið burturúr.
Hann nevnir, at skjøtil er settur á arbeiðið við Ellisheiminum og tunlinum til Tjørnuvíkar, og tað er stór frambrot, tá hugsað verður um, at undanfarnir tingmenn bert hava tosað um at gera nakað á teimum økinum, meðan farna samgongu veruliga framdi nakað í verki
Heðin sigur seg vænta eitt ómetaliga tætt val, sum ikki verður avgjørt fyrr enn í seinastu sekundunum , sum hann málber seg.










