Hans Pauli er aftur tøkur

Í oktober 2007 boðaði Hans Pauli Samuelsen táverandi landsliðsvenjaranum, Jógvani Martini Olsen, í sátt og semju frá, at hugurin ikki longur var til landsliðsfótbólt. Hann treivst ikki reiðiliga í hópinum, og tað var orsakað av, at hann var troyttur av fótbóltinum júst tá, segði hann millum annað við Dimmalætting. Men nú er víkarmaðurin aftur tøkur á landsliðnum. - Jógvan Martin Olsen sendi boð eftir mær til seinastu landsdystirnar, men tá var eg skaddur. Eg havi verið tøkur á landsliðnum í eina tíð, sigur 24 ára gamli Hans Pauli Samuelsen úr EB/Streymi.