Hans Pauli breyt tvær lógir

Landsstýrisálanevndin hevur gjørt ta niðurstøðu, at Hans Pauli Strøm hevur brotið stýrisskipanarlógina og fíggjarlógina Tað hevur landsstýrismaðurin gjørt við at brúka pengar í heimildarloysi, tí hann brúkti meiri pengar, enn Løgtingið hevði játtað.

Landsstýrismálanevndin sigur eisini, at Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður, og Kaj Leo Johannesen, løgmaður, hava borið seg ólógliga at.

Tað var tingmanningin hjá Tjóðveldi, sum kærdi Hans Paula Strøm fyri at hava brúkt ov nógv til almannamál og heilsumál tey fýra árini frá 2005 til 2008. Landsgrannskoðanin og Løgtingsgrannskoðararnir hava váttað talið.

Hans Pauli Strøm hevur sagt, at hini landsstýrisfólkini brúktu eisini meiri pengar, enn tey høvdu heimild til. Men tað ger landsstýrismálanevndin einki við, sigur formaðurin, Jaspur Vang, við útvarpið hjá Kringvarpinum.

Formaðurin í tingbólkinum hjá Tjóðveldi, Sjúrður Skaale, sigur við Kringvarpið, at hann væntar, at samgongan fer at taka neyðug stig, nú landsstýrismálanevndin er komin til eina niðurstøðu.