Hans Mortensen eigur ikki longur partabrøv í SMS. Hans Mortensen hevur selt øll síni partabrøv í partafelagnum SMS. Tað veit SMS-blaðið at siga. Sonur hansara, Niels Mortensen, sum seinastu árini hevur verið stjóri í SMS, hevur keypt øll partabrøvini hjá pápanum.
Hans Mortensen tók stig til at byggja SMS í 1973. Sølumiðstøðin læt upp 2. november 1977.