Hans Mortensen heiðraður fyri trúgva tænastu

1. juni 2005 kundi Hans Mortensen halda 50 ára starvsdag hjá P/F Wenzel.
Á móttøkuni, sum var hildin á bilasøluni v/Velbastaðvegin, handaði Peter S. Petersen stjóri, Hans Mortensen heiðurstekin frá Drotning Margrethu fyri trúgva tænastu.
Hans fekk eisini handað eitt skriv, har hann er innbjóðaður til Amalienborg í juni.