Leygardagin 8. august klokkan 11.30 - tað er í morgin - verður matiné í Havnar kirkju við Hans Marius Weihe Ziska (vocal, guitar) og Heðin Ziska Davidsen (guitar). Teir eru báðir kendir tónleikarar í Føroyum.
Hans Marius Weihe Ziska er bæði sangskrivari og sangari. Hann framførir bæði sum einstaklingur og í tónleikabólkum, eitt nú í bólkinum Marius. Hansara tónleikalívsleið byrjaði, tá hann sum 16 ára gamal luttók í Prix Føroyar við Flux. Síðan hevur hann framført á konsertum og tónleikafestivalum bæði í Føroyum og í øðrum londum.
Tað var við sigrinum í føroysku GBOB kappingini, at Marius veruliga gjørdist kent navn millum føroyingar. Í GBOB heimsfinaluni í London fekk bólkurin eitt deilt sætta pláss. Marius gjørdist besti norðurlendski bólkur. framman fyri Noreg, Svøríki, Danmark, Finland og Ísland.
Hetta var við til at gera, at Marius var í uppskoti til planetirnar fyri besta nýggja bólk og besta bólk á Planet Awards hetta árið.
Heðin er best kendur sum rock guitaristur við áhuga fyri øðrum tónleiki sum metal og jazz. Hann byrjaði longu sum10 ára gama at skriva smáar tónleikastubbar. Í 1993 byrjaði hann at komponera jazz tónleik og gav út sína fyrstu fløgu
Síðan flutti hann til Danmarkar at lesa tónleik, og tá hann kom aftur til Føroya, gav hann út sína aðru fløgu við heitinum “Tjant”. Eisini ein jazz fløga.
Síðani 2005 hevur hann eisini arbeitt við electro-akustiskum og cross-over tónleiki. Hann gav út triðju fløgu sína í 2007 við heitinum “Tjant – ein strála av ljósi”. Hesaferð við meira akustiskari tilgongd til tónleikin.
- Spennandi verður at hoyra, hvat hesir báðir royndu tónleikarar fara at bjóða okkum í Havnar kirkju leygardagin, siga fyriskipararnir.