Hans Áki til KÍF

Kyndil má nú veitra farvæl til enn ein lyklaleikara. Hans Áki Dal-Christiansen, sum hevur leikt omanfyri hálvt triðja hundrað dystir fyri felagið, skiftir nú til oddaliðið KÍF.

 

Hans Áki boðaði í gjárkvøldið leiðsluni í Kyndli frá, at hann fór at skifta felag. Í kvøld vandi hann við KÍF, har hann nú frítt kann skifta til, av tí at tað er yvir eina mánaði síðani hann seinast spældi ein dyst fyri Kyndil.

 

KÍF hevur bæði Ása Dam og Rógva Weihe skaddar, og skuldi hesin styrkurin helst komið væl við í endaspurtinum av kappingarárinum.