Hans Jørgensen givin í AB

Málverjin hevur boðað felagnum frá, at hann gevst alt fyri eitt.

Hans Jørgensen er ikki longur málverji hjá AB. 23 ára gamli málverjin, sum undan hesum kappingarárinum skifti úr HB til AB, byrjaði í málinum seks tey fyrstu umførini í Effodeildini, men hevur síðani mist plássið til Heðin Stenberg.


Sjúrður Olsen, sum er formaður í FC Argir, váttar, at Hans hevur boðað felagnum frá, at hann nú velur at gevast. Hann sigur eisini, at teir í felagnum harmast støðuna.


- Ja, sjálvandi eru vit harmir um tað. Hann er ein góður málverji, og tað er gott at hava kapping um plássini, sigur Sjúrður, sum tó fegnast um, at Áki Dahl er blivin klárur aftur eftir skaða og nú tekur kappingina upp við Heðin Stenberg.


Hans Jørgensen var eiheldur fyrsta val, tá ið Oddbjørn Joensen var venjari hjá HB í fjør, og síðani Oddbjørn kom til AB fekk Hans bara tveir dystir í málinum áðrenn hann varð vrakaður.


Vit hava spurt FC Argir, um teir hava fingið eina frágreiðing um hví hann gevst, men teir vísa til Hans Jørgensen um at sjálvur seta orð á orsøkina. Men tað hevur hann ikki hugtil.


- Eg havi onga viðmerking. Tað kanst tú spyrja felagið um, sigur Hans Jørgensen.