Í dag spælir Víkingur landskappingardyst á heimavølli ímóti AB. Tað er greitt, at Hans Jørgen Djurhuus ikki verður á Víkinga miðvøllinum. Hann er leikbannaður í dag. Eftir útvísingina ímóti EB/Streymi mánakvøldið dømdi kappingarnevndin Hans Jørgen at vera leikbannaðan í fýra dystir. Tað vil siga, at hann varð dømdur at sita uttanfyri í dag, mikukvøldið, næsta sunnudag og eisini í finaluni um løgmanssteypið, sum Víkingur skal spæla ímóti HB annað leygarkvøld.
Víkingur kærdi avgerðina at geva so langt leikbann. Kappingarnevndin hevur viðgjørt kæruna, og eftir at hava fyrihildið dómaranum kæruna hjá Víkingi er niðurstøðan hjá kappingarnevndini, at leikbannið skal vera tveir leikdagar og ikki fýra, sum tað upprunaliga var avgjørt.
Hetta ber við sær, at Hans Jørgen Djurhuus er leikbannaður í dag og mikukvøldið, tá ið Víkingur fær vitjan av KÍ, og at hann verður við sunnudagin á heimavølli ímóti NSÍ og í steypafinaluni annað leygarkvøld ímóti HB.










